Í 2025 prýddi eg ein vegg í matstovuni í Hoyvík. Veggurin er umleið 10 metrar breiður.
Evnið er The captain’s view – tá ið skiparin sær inn á Havnina av skipi sínum. Litirnir niðast í rektanglunum eru litirnir á húsunum í Vágsbotni, í somu røð. Ravnurin og tjaldrið flúgva avstað frá standmyndini av Nólsoyar Páli, og rútarnir eru rútarnir á skipinum.
Allur veggurin er tí eitt stórt, samanhangandi listaverk.