Jón Magnus Joensen Málningar · Føroyar

Málningar úr Føroyum

Jón Magnus
Joensen

Ljós, litir og landslag – ekspressiv málning millum tað kenda og tað abstrakta.

Á myndini: Morgun í Tórshavn, 2025

„Palettin er litglað, og ljósið spælir í ymsum líki.“

Um verkini

Føroyar eru ein ótømiligur pallur fyri myndevni. Um tú fert nærri, so kann bara ein lítil plettur, stað, bygd ella býur vera líka ótømandi. Støðugt broytist ljósið og harvið litirnir – sama dag og gjøgnum árstíðirnar.

Toftavatn, 2024 – Jón Magnus Joensen

Bílegging

Ein málningur av tínum staði

Tú ert vælkomin at bíleggja ein málning. Tú kanst t.d. ynskja eitt ávíst myndevni – tína heimbygd, býin ella náttúruna, har tú býrt.

Send mær eina mynd, so mála eg eftir henni – ella eg hjálpi tær at finna eitt gott myndevni. Sig mær gjarna stødd og litir. Eg sendi myndir til keyparan, eisini til útlanda.

Atelier í Toftum

Tú ert altíð vælkomin

Send mær eina mynd ella sig mær frá staðnum – so finna vit saman eitt gott myndevni.