Jón Magnus Joensen Málningar · Føroyar

Almenn verk

Uppgávur

Umframt málningarnar havi eg eisini gjørt uppgávur til almenn høli og stovnar. Her eru nøkur av teimum.

Veggmálning · Hoyvík · 2025

The captain’s view

Í 2025 prýddi eg ein vegg í matstovuni í Hoyvík. Veggurin er umleið 10 metrar breiður.

Evnið er The captain’s view – tá ið skiparin sær inn á Havnina av skipi sínum. Litirnir niðast í rektanglunum eru litirnir á húsunum í Vágsbotni, í somu røð. Ravnurin og tjaldrið flúgva avstað frá standmyndini av Nólsoyar Páli, og rútarnir eru rútarnir á skipinum.

Allur veggurin er tí eitt stórt, samanhangandi listaverk.

Frímerki · 2026

Skótarørslan í Føroyum 100 ár

Tá ið skótarørslan í Føroyum fylti 100 ár, varð eg biðin um at gera eitt frímerki til Posta.

Umframt sjálvt frímerkið gjørdi eg eisini fyrstadagskonvoluttina – við stempli og tekning. Frímerkið kom út 2. februar 2026.

Uppgávur

Hevur tú eina uppgávu?

Eg taki fegin ímóti uppgávum til almenn høli, fyritøkur og stovnar. Set teg í samband, so tosa vit um tað.