Jón Magnus Joensen Málningar · Føroyar

Listamaðurin

Jón Magnus Joensen

Føroyar eru ein ótømiligur pallur fyri myndevni. Um tú fert nærri, so kann bara ein lítil plettur, stað, bygd ella býur vera líka ótømandi. Støðugt broytist ljósið og harvið litirnir – sama dag og gjøgnum árstíðirnar.

Eg arbeiði við einum ekspressivum myndamáli í einum spenningsmóti millum tað kenda og tað abstrakta. Eg lati kenslur og tað innara virka við, so eg kenni meg fríari av myndevninum.

Fyri tað mesta er tað málningurin, ið eg arbeiði við. Men eg arbeiði eisini við øðrum tilfari, m.a. akryl á pappír og nýtslu av oljukriti og vatnliti.

Palettin er litglað, og ljósið spælir í ymsum líki.

Eg byrjaði at mála í 1976. Í 2003 var eg á listaháskúla í Holbæk og havi luttikið á fleiri smærri listaskeiðum.

Í stuttum

  • 1976Byrjaði at mála
  • 2003Listaháskúli í Holbæk, Danmark
  • Í dagBýr og málar í Føroyum

Bílegging

Vilt tú bíleggja ein málning?

Send mær eina mynd ella sig mær frá staðnum – so finna vit saman eitt gott myndevni.